Ársins jólaborðhald við Vínkúllunum og Kim & Drúvunum
Ársins jólaborðhald við Vínkúllunum og Kim & Drúvunum í Dansifrøi!Hetta er triðju ferð, at Vínkúllarnir bjóða til eitt ordans brak av einum jólaborðhaldi. Tað hevur verið útselt langt áðrenn í 2023 og í 2024, so tað er at gera skjótt av, um tú ætlar tær við til ársins veitslu!Brellbitar og bobblur standa á borðinum tá dyrnar lata upp, síðani koma 4 ymiskir rættir inn á tallerkum, har Vínkúllarnir hava samansett júst rætta víni til hvønn rætt hjá Hallartúni (Hilton).Kim Hansen & Drúvurnar (Jóhannus á Rógvu Joensen, Jan Rúni Poulsen, Janus Kampmann, Hans Petur í Brekkunum, Johan Hentze, Guðrun Sólja Jacobsen, Sámal Ravnsfjall og Finnur Koba) spæla suverenan tónleik ígjøgnum alt kvøldið, har okkurt bara er lekkurt at lurta eftir, meðan annað er til at syngja við til. Vínkúllarnir og Jólamaðurin undirhalda eisini ígjøgnum kvøldið.Aftaná borðhaldið er dansur við FourMENh, har DJ Antony Charles diskar í steðgunum og veitslan koyrir við fullari ferð til kl. 03.45.

Fyriskipari
Sp/f Hugnaløtur
Bakkavegur 27
530
Fuglafjørður
Telefon +298 504444
hugnalotur@hugnalotur.fo
www.hugnalotur.fo