Jólaligir kórtónar við stórum klangi

Dagur
Leygardag 13. desember 2025 17:00
Staður
Feskfiskahøllin á Faroe Ship
Keyp atgongumerki
Árliga jólakonsertin hjá Tórshavnar kamarkóri verður hesaferð í Feskfiskahøllini á Faroe Ship. Eftir væleyðnaðu summarkonsertina gleðast vit um at sleppa at njóta av stórfingna klanginum í Feskfiskahøllini enn eina ferð. Undir kórleiðslu av Bernharði Wilkinson syngur kórið hugnaliga jólaskrá við føroyskum og útlendskum kórsatsum. Vit vilja heita á áhoyrarar um at vera heitt ílatin. Høllin er ikki upphitað, og tí kann tað vera kalt. Verið vælkomin á konsert.Høllin hjá Faroe Ship er á Eystaru bryggju í Havn. Trýst her fyri at síggja, hvussu tú finnur okkum. Gjørt verður vart við, at konsertin er innanfyri ISPS-økið á havnarlagnum. Tí er týdningarmikið, at tit, sum koma á konsert, halda tykkum innanfyri avmerktu økini.


Deil tiltakið

Jólaligir kórtónar við stórum klangi

Fyriskipari

Tórshavnar Kamarkór
Telefon + 298 269103
torshavnarkamarkor@gmail.com