Christel Ladegaard – Tak orðið, kvinnur - og verði hoyrdar

Dagur
Mánadag 9. mars 2026 19:30
Staður
Hilton Garden Inn
Keyp atgongumerki
Christel Ladegaard – Tak orðið, kvinnur - og verði hoyrdar  Kennir tú kensluna, at tú hevur sitið á einum fundi og hugsað:  “Eg hevði okkurt at siga. Hví segði eg tað ikki?”  Tú visti svarið. Tú hevði eina meining. Men tú segði hana ikki hart.  
Kanska tí at tú ikki vildi virka ráðarík.  
Kanska tí at tú bíðaði eftir einum betri høvi.  
Kanska tí at tú framvegis heldur tað er trupult at taka orðið.  At taka orðið snýr seg ikki um at rópa harðast ella at taka yvir.  
Tað snýr seg um, at taka sína egnu rødd í álvara – og fylla meira, við ró, myndugleika og hita.  Hetta fáa luttakararnir burtur úr  Í fyrilestrinum deilir Christel royndir úr bókini ”Stemmeret – tag ordet, fyld rummet og bliv hørt” og gevur heilt praktisk amboð, sum tú lætt kan nýta longu dagin eftir:  Amboð til at leggja fram við sjálvsáliti – uttan at spæla eina rollu  Teknikkir við íblástur frá sjónleikarum, jagarapilotum og toppleiðarum til at útstrála ró og sannførandi ávirkan  Hættir at sissa tín innara dómaran niður, og styrkja tína egnu rødd  Strategiir at lyfta hvørja aðra – so at røddin hjá kvinnum ikki hvørva, men verða hoyrdar og styrktar  Um Christel Ladegaard  Christel Ladegaard er ein av teimum mest royndu serfrøðingunum í Danmark innan framløgu og samskifti. Í meira enn eitt áratíggju hevur hon hjálpt fyritøkum sum Novo Nordisk, Rambøll og Lundbeck – og hon hevur staðið á teimum størstu pallunum sum ráðgevi og “speaker coach”.  Hon er høvundur til bestseljaran Stemmeret og parteigari EPO, har hon í 14 ár hevur gjørt leiðarar og serfrøðingar hvassari, djarvari og meira sannførandi í teirra samskifti.   

Deil tiltakið

Christel Ladegaard – Tak orðið, kvinnur - og verði hoyrdar

Fyriskipari

Impuls
Bringsnagøta 21
FO-100 Tórshavn
Telefon +298 202320
impuls@impuls.fo