Summarskeið 2026

Dagur
22.-27. juni 2026
Staður
Vágur, Suðuroy
Keyp atgongumerki
Summarskeið 2026 - Ein vika pakkað við upplivingum!Kundi tú hugsa tær at bjoða tær sjálvum av? - so er at melda teg til Summarkeiðið 2026. Í harðrendu og vøkru føroysku náttúruni fara vit at baksast við ymisk ítriv og avbjóðingum so sum klintring, kajakk, cliff jumping, rope swing, kappingum og stuttleika. Tað er ætlað allar aldursbólkar (yvir 18 ár) óansæð, um tú er ein "hyggifretur ella toppatletur". So tak av møguleikanum her!Umframt at stuttleika okkum og fáa summarfuglar i búkin, er endamália við skeiðnum, at luttakararnir koma út um sína "comfort zone" og vanliga gerandisdag. Í samspæli við upplivingum og avbjóðingum verður stórur dentur lagdur á sosialt samlag og samarbeiði, har luttakararnir koma tætt at hvørjum øðrum. Afturat teimum villu og stuttligu upplivingunum verður eisini tíð til hugna og avslapping. Millum annað verður sauangos, yoga, kvøldarhugni og mangt annað. Vit enda skeiðið við einum rimmar gildi við 70'ara tema og live tónleiki :)Info:​Nær 22. - 27. juniHvar: Vágur, SuðuroyHvør: Øll yvir 18 árAlt er ítoknað prísin:​UppihaldUpplivingarSaunagosMatur allar dagarnar- Tað einasta tú skalt gera, er at møta upp :)

Deil tiltakið

Summarskeið 2026

Fyriskipari

Ítróttarháskúlin í Suðuroy
Vágsvegur 111
900 Vágur
252442
info@his.fo
http://his.fo