Jólakonsert - Anna Lovisa & Finnur
🎶Ársins jólakonsert í Biskupsstøðgarðinum.🎶
Øll minnast allarhelst eyðkendu røddina hjá Anna Lovisa Mýri, sum gjørdist landakend við songunum "Tað kundi verið eg" og "Av øllum tí góða sum Gud hevur gjørt". Men kanska ikki øll vita, at tað var á Kafé Fríðu til Norðurjól í 2019 hon fyrstu ferð hon trein á pall einsamøll.
Tí kennist tað serliga rætt, at júst Anna Lovisa nú kemur aftur at spæla — hesa ferð til Biskupsstøðgarðin, har hon saman við unnastanum Finni hevur sína árligu jólakonsert. Finnur Kjølbro spælir gittar, munnhørpu og syngur eisini saman við Onnu Lovisu. Tey bæði fara heilt víst at skapa eina heilt serliga løtu við egnum løgum og væl umtóktum jólasangum, har røddir, ljóð og ljós smelta saman í eina hjartaliga jólauppliving í hugnaligu umstøðunum í Biskupsstøðgarðinum.
Garðurin verður sjálvandi pyntaður til høvið og íroknað í prísin er serligt jólate og mandlurís. Heimagjørt gløgg og annað gott, kann keypast í húsinum.
🎶 Kom og njót eina inniliga løtu mitt í jólamyrkrinum – við tónleiki, ljósum og hugna🎶.

Fyriskipari
Testovan Marin Malena
Biskupsstøðgarður
700
Klaksvík
Telefon +298 273344
bsg@bsg.fo
www.bsg.fo