Trý kvinnukór - Suð, Silvitni og Fljóðljóð
Kvinnudagur og kvinnukórkonsert
Leygarkvøldið 7. mars verður stór felagskonsert við trimum kvinnukórum í Hátuni. Suð, Silvitni og Fljóðljóð. Kórini syngja fyrst eina sangskrá hvør sær, og eftir ein stuttan steðg syngja kórini eina sangskrá saman.
Suð er kór úr Klaksvík. Kórið syngur eitt bland av klassiskum og meir modernaðum tónleiki. Kórleiðari er Steinvør Fonn
Silvitni er samansett við sangarum ymsastaðni frá. Tær leggja seg eftir at syngja tónleik ymsastaðni frá í heiminum. Silvitni hevur luttikið og vunnið fleiri kórkappingar her heima og uttanlands. Kórleiðari er Cinthia González Parada.
Fljóðljóð hevur við nýggjum kórleiðara lagt seg á ein meir rútmiskan bógv enn áður. Tær fara bæði at syngja føroyskar kendar sangir og okkurt útlendst spennandi. Kórleiðari er Ásbjørn Berthelsen.

Fyriskipari
Fljóðljóð
222401
gyklarin@icloud.com