Guðrið Hansdóttir - útgávukonsert

Dagur
Leygardag 2. mai 2026 20:00
Staður
Listastovan
Keyp atgongumerki
//English below//SýrublaðTónleikurin er sum at bíta í eitt sýrublað – frískur, knasandi, grønur og eitt sindur sýrutur, sigur Guðrið Hansdóttir.Guðrið er aftur plátuaktuell við heildarútgávuni Sýrublað, sum kemur út 10. apríl 2026. Tað er Høgni Lisberg, sum hevur framleitt útgávuna.Tónleikurin er ráur og fjálgur fólkapoppur við íblástri frá country, reggae og rokki. Tekstirnir eru skrivaðir av Beini Bergsyni og snúgva seg millum annað um modernað rótloysi, longsulin eftir stillu náttúruni og yðjandi lívinum í býnum, stúranina fyri framtíðini og lívið við angist.Guðrið Hansdóttir hevur verið virkin tónleikari síðan aldarskiftið og hevur givið út seks heildarútgávur. Seinasta útgávan, Gult myrkur, varð vald bæði ársins útgáva og ársins tekstur á FMA í 2023. Tónleikarar á konsertini
Guðrið Hansdóttir: sang, guitar, blokkfloyta
Høgni Lisberg: trummur, kór
Benjamin Petersen: guitar
Vinjar Egilsnes Petersen: ljómborð, klaver
Árni Johannesarson: bass
Marianna Winter Nagata: kórMynd: Kristin Helgadóttir 
ENGuðrið Hansdóttir – Album Release Concert
Sýrublað“The music is like biting into a sorrel leaf – fresh, crisp, green, and a little sour,” says Guðrið Hansdóttir.Guðrið is back with a new full-length album, Sýrublað, to be released on 10 April 2026. The album is produced by Høgni Lisberg.The music is raw and warm folk-pop, drawing inspiration from country, reggae, and rock.
The lyrics are written by Beinir Bergsson and revolve, among other things, around modern rootlessness, the longing for quiet nature and the bustling life of the city, anxiety about the future, and living with anxiety.Guðrið Hansdóttir has been an active musician since the turn of the millennium and has released six full-length albums. Her most recent release, Gult myrkur, was named both Album of the Year and Lyrics of the Year at the FMA in 2023.Musicians at the concert
Guðrið Hansdóttir: vocals, guitar, recorder
Høgni Lisberg: drums, backing vocals
Benjamin Petersen: guitar
Vinjar Egilsnes Petersen: keyboards, piano
Árni Johannesarson: bass
Marianna Winter Nagata: backing vocalsPhoto: Kristin Helgadóttir

Deil tiltakið

Guðrið Hansdóttir - útgávukonsert

Fyriskipari

Listastovan
Gummaldagøta 2
370 Miðvágur
+298 267549
listastovan@gmail.com
https://www.facebook.com/listastovan