UPPHAV

Dagur
Fríggjadag 27. februar 2026 18:00
Staður
Neystið hjá Klaksvíkar Róðrarfelag
Keyp atgongumerki
TVAZZ og Leikhús SKIFT framføra leikinUPPHAVEinrøðuleikurin UPPHAV er ein frásøgn um sorgarleikin, sum rakti Hest 1. apríl 1919, tá ið tveir bátar úr Hesti gingu burtur. Ellivu menn úr Hesti sjólótust henda dagin. Tað var meginparturin av arbeiðsføru monnunum í bygdini. “Fyrsta apríl 1919 fóru tríggir bátar á havið, tvey seksmannafør og eitt fýramannafar við fýra monnum. … Tá ið tað var blivið hálvmyrkt, og eingin bátur var komin, var eingin ivi um, at ein vanlukka var hend…”  Brot úr Hest søgu eftir Jóan Chr. Poulsen (1947)
UPPHAV  er um gerandislívið, korini og fortreytirnar hjá familjunum í Hesti eins væl og í øllum Føroyum hetta tíðarskeiði. Leikurin er serstakur, tí hann er ikki bert søgan um menninar, sum druknaðu, men eisini um kvinnurnar og børnini, sum sótu eftir í einum samfelag uttan hvørki almenna ella privata sociala trygging. Hugskot, stigtakan, sjónleikur og tekstur: Gunnvá ZachariasenLeikstjórn, tekstur og dramaturgi: Marita S. DalsgaardKompositión og ljóð: Anna Katrin Øssursdóttir EgilstrøðVisuelt design: Silje GrimstadFramleiðsla: TVAZZ í samstarvi við Leikhús Skift
Brot úr viðmælum:"Upphav er besti leikur eg havi sæð, at lýsa hetta fyribrigdi, hvussu kvinnur síggja seg sjálvar og saman skapa egnar søgur, ið greitt koma út um senukantin. Takk fyri innbjóðingina, Gunnvá og Marita." Birgir Kruse, Birkblog 05.10.2025"Tí er Upphav eitt tiltrongt listaverk, sum heilt vist eigur at verða sýnt kring Føroyar eins og fyriskipararnir hava í hyggju." Kinna Poulsen, Listaportal 05.10.2025"Fyri eina tjóð, ið hevur livað av og við havinum í so nógv ár, er hetta kollektiva sorgarsøgan, ið vit hava brúk fyri. Takk fyri tit 4 megnarkvinnur, ið hava skapt hana." Niels Uni Dam, Facebook 05.10.2025“Teksten er skarpt og smukt skrevet, med fine, ofte humoristiske historieske glimt…Jeg elske at dette værk er skabt af kvinder, skrevet, instrueret, spillet, formgivet og lydligt af kvinder, som en klar og kærlig hyldest til de stærke kvinder, der blev tilbage og holdt familier of fællesskaber i live. “ Den anden anmelder, Instagram 6.10.2025Leikurin er stuðlaður av Mentamálaráðnum, Atlantic Airways/Listaflog, Tórshavnar Kommunu, Mentanargrunni Landsins, Norðurlandahúsinum, Mest Runavík, Bygma Balslev.
https://tvazz.fo​

Deil tiltakið

UPPHAV

Fyriskipari

TVAZZ og Leikhús SKIFT
FO - 100 Tórshavn
+298 58 58 28
tvazz@tvazz.fo
www.tvazz.fo