Leiðsluskeið
Vit tú mennast sum leiðari? Tørvar tær íblástur og vitan um leiðslu? Kom á skeið og fá viðkomandi vitan og amboð á ferðini at leiða og gera mun í tínum umhvørvi.EndamálEndamálið er at geva luttakarunum eina grundleggjandi vitan um leiðslu og um møguleikar og avbjóðingar hjá leiðarum. Á skeiðnum fara vit at hyggja at eyðkennum fyri góða leiðslu og øðrum viðkomandi evnum og knýta tey til praksis. InnihaldHvat er leiðsla?Eyðkenni fyri góða leiðsluLeiðaratrivnaðurRelatiónsleiðslaAt vera leiðari í lítlum samfelagiTú færtGrundleggjandi vitan um leiðslu, grundað á praktiskar royndirViðkomandi tilfar á føroyskumSkeiðsváttan Praktiskar upplýsingarNær: Týsdagin 17. februar kl. 9.00-15.30.Stað: Hotel Runavík.Tilmelding og kostnaðurTilmelding á atgongumerki.fo.Kostnaðurin er 2.600 kr. u/mvg (íroknað er morgunbiti, miðmáli og skeiðstilfar).Tilmeldingarfreistin er 13. februar.SkeiðshaldariRúni Rasmussen, stovnari av RR Consulting, hevur fjølbroyttar leiðsluroyndir. Hann er útbúgvin stjórnmálafrøðingur og hevur MBA í broytingarleiðslu. Hann hevur síðuna leidsla.fo. Rúni leggur í undirvísingini dent á at knýta royndir og tað fakliga saman, og at luttakarar læra í felag og av hvørjum øðrum. Um RR ConsultingRR Consulting er føroyskt ráðgevingarvirki, sum arbeiðir við leiðslu, organisatiónsmenning og strategi. RR Consulting skipar eisini fyri skeiðum og tiltøkum.

Fyriskipari
RR Consulting
Fløtuvegur 51
490
Strendur
224021
info@rrc.fo
www.rrc.fo