Tórshavnar Big Band – Minnist tú enn

Dagur
Leygardag 28. mars 2026 20:00-22:00
Keyp atgongumerki
Kom og fá eina serliga tónleikauppliving, tá Tórshavnar Big Band vitjar SALT á Tvøroyri við konsertini Minnist tú enn.
Konsertin byggir á kendu sjónvarpssendirøðina við sama navni og tekur støði í føroyskum sangskatti, sum nógv kenna og minnast.Á skránni eru føroyskir evergreens, settir út fyri stórt orkestur av Magnus Johannesen. Tórshavnar Big Band spælir saman við kendum sangarum, sum seta sín serliga dám á løgini og geva teimum nýtt lív.Kyran Matthews dirigerar orkestrið, og frásøgufólk knýtir tónleikin saman við stuttum og hugtakandi frásøgnum, sum leiða áskoðaran ígjøgnum konsertina.Minnist tú enn er ein konsert, har minnir, tónleikur og sterkar røddir møtast – ein heildaruppliving fyri bæði hjarta og oyra.Longd: áleið 2 tímar, við steðgi
Stað: SALT, Tvøroyri


Deil tiltakið

Tórshavnar Big Band – Minnist tú enn

Fyriskipari

SALT
Drelnes 22
827 Øravík
213013
salt@salt.fo
salt.fo