Spinning fyri roynd við Theresu George frá The Spinning Barn – við egnum rokki
Spinning fyri roynd við Theresu George frá The Spinning Barn – við egnum rokki– skeið mikudagin til fríggjadagin 4. - 6. Mars frá kl. 09.00 til kl 15.00
Lyft tína spinning upp á eitt hægri stig!Á hesum skeiðinum fyri roynd verður dentur lagdur á førleikamenning, betri mannagongdir og kreativa granskan.Skeiðið er ætlað fólki, sum hava tikið fyrstu fetini við spinning og duga grundleggjandi tingini við at spinna á fótarokki, men vilja menna teknisku førleikarnar og víðka kreativa sjónarringin. Í tríggjar dagar lærir tú at neyvstilla fótarokkin, at karða og kemba, so úrslitið verður javnt og støðugt, og miðvíst at spinna ymiskar træðrir – alt frá sløttum og sterkum til mjúkar og lættar. Vit royna eisini ymisk listtógv saman við føroysku ullini fyri at vísa fjølbroyttu møguleikarnir.Í tríggjar dagar lærir tú:at neyvstilla rokkin – um hvussu spenningur, lutfall, stillan ávirka ymisk tógvasløg, og hvussu tú stýrir gongdini fyri at fáa ætlaða úrslitið.at karða og kemba betri – um hvønn týdning fyrireikingin hevur fyri at fáa eina vakra, javna og støðuga spinning.at gagnnýta bæði brodd og rót – um hvussu tú kanst spinna slætt og sterkt við broddi og mjúkt og lætt við rót.At spinna við ávísum endamáli – um hvussu tú mennir tínar førleikar at leggja spinningina soleiðis til rættis, at tú veitst – og ikki bara gitar – vekt og tjúkt.At spinna javnari – um hvussu tú venur vøddaminni og tú fært stýrt, hvussu tú dregur og gevur út, so tógvið verður javnt og dygt.At royna kreativa spinning – um hvussu tú kanst spinna stuttligt og livandi tógv, so tínar ullintu verkætlanir verða enn meira persónligar og spennandi.At hámeta føroysku ullina – um hvørjar styrkir, eginleikar og smidleika føroyska ullin hevur, og hvussu ymisk tógv tú kanst spinna úr henni.Tá ið skeiðið er liðugt, hevur tú eitt úrval av ymiskum tógvi, eina djúpari fatan av fótarokkinum og hvussu tú fyrireikar ullina til spinning, og tú hevur fingið dirvi at spinna tógv, sum bæði er javnt eins og heilt serligur.Vit bjóða mat og drekka allar dagarnar.Kostnaður kr. 2.550,00 Til ber eisini at luttaka við láni av rokki - tilmelding niðanfyri:https://atgongumerki.fo/3567903/spinning-fyri-roynd-vid-theresa-george-fra-the-spinning-barn-iroknad-lan-av-rokki

Fyriskipari
Áhugafelagið Spinnaríið
Klingrugarður 10
700
Klaksvík
757403
spinnariid@gmail.com