Carsten Knudsen - Ein "Nattergal" kemur suður
Ein "Nattergal" kemur til Suðuroynna.Tað er maðurin, sum spældi Gertrud Sand og Günther í The Julekalender.Á skránni eru sangir bæði úr egnum baklistum, frá tíðini við De Nattergale og kendir sangir úr The Julekalender.Kvøldið bjóðar upp á bæði poetisk, frekt og innihald við einum skálkabrosið– monologar, sangir og instrumentalar framførslur.Hann er bæði undirhaldari, tónleikari og tónasmiður.Við ukuleluni sum soloinstrumenti hevur hann spælt á Sibelius-savninum í Finnlandi, á Blue Mountain Ukulele Festival í Avstralia, í Noregi, Svøríki – ja, enntá í Tokyo.Hin meira kenda síðun av honum kenna nógv sum skemtiligan komikara og tónleikara. Hetta kvøldið fer hann at brúka alla palettina.Sungið verður á vestjútskum mállagi, ríkisdonskum, enskum og “denglish”.Á pallinum er Carsten Knudsen , og saman við honum er ukulele úr Hawaii, guitarar, didgeridoo, harmonium (pumpuorgil), munnharpa og onnur ljóðføri.Carsten hevur rukkurí pannuni – tí, at heilin á honum er krúllaður.

Fyriskipari
SALT
Drelnes 22
827
Øravík
213013
salt@salt.fo
salt.fo