Hamferð í Listastovuni

Dagur
Sunnudag 17. mai 2026 20:00
Staður
Listastovan
Keyp atgongumerki
//English below//Hamferð hevur í næstan tvey áratíggju havt ein sertakan leiklut í føroyskum tónleiki. Bygdur um eina kjarnu av doom metal – seinur, tungur, álvarsamur málmur – sum av fyrstan tíð uppstóð við bólkum sum Black Sabbath og Candlemass, hevur tónleikurin hjá Hamferð ment seg støðugt til nakað, sum er trupult at seta í bás ella brúka til samanberingar. Ógvislig, tung og døpur hugløg sum viðurkenna myrkrið í føroyskari náttúru og siðsøgu; saknur, missur og sorg. Her hoyrir Hamferð heima, og frá palli kemur frá teimum ein innbjóðing til áhoyrararnar at fevna tær avbjóðandi kenslurnar.Í Hamferð eru Jenus í Trøðini, bass, Remi Kofoed Johannesen, trummur, Esmar Joensen, keyboard, Eyðun í Geil Hvannastein, guitar og kórsang, Theodor Kapnas, guitar, og Jón Aldará, sang. Bólkurin hevur verið virkin síðani 2008 og spælt kring alt Evropa við fleiri hundrað konsertum. Hesi árini eru fýra heildarútgávur spurdar burturúr, og tann seinasta – ’Men Guðs hond er sterk’ – kom út í 2024.Í Listastovuni hin 17. mai verður lagt upp til stórsligið huglag við løgum frá øllum útgávunum. Aftrat sær hevur Hamferð fingið unga og spennandi bólkin Tunghoyrt, og fer hetta at skapa eitt spennandi og fjølbroytt kvøld við tungum tónleiki.ENHamferð has held a distinctive position in Faroese music for nearly two decades. Built around a core of doom metal — slow, heavy, and solemn — a genre that originally emerged with bands such as Black Sabbath and Candlemass, Hamferð’s music has gradually evolved into something that is difficult to categorise or compare. Vast, heavy, and sombre soundscapes that acknowledge the darkness of Faroese nature and history; longing, loss, and grief. This is where Hamferð belongs, and from the stage they extend an invitation to the audience to embrace these challenging emotions.Hamferð consists of Jenus í Trøðini (bass), Remi Kofoed Johannesen (drums), Esmar Joensen (keyboards), Eyðun í Geil Hvannastein (guitar and backing vocals), Theodor Kapnas (guitar), and Jón Aldará (vocals). The band has been active since 2008 and has performed across Europe, playing several hundred concerts. Over the years, they have released four full-length albums, the most recent — Men Guðs hond er sterk — released in 2024.At Listastovan on May 17, the stage is set for a grand and immersive atmosphere with songs from all of the band’s releases. Joining Hamferð is the young and exciting band Tunghoyrt, promising a compelling and diverse evening of heavy music.

Deil tiltakið

Hamferð í Listastovuni

Fyriskipari

Listastovan
Gummaldagøta 2
370 Miðvágur
+298 267549
listastovan@gmail.com
https://www.facebook.com/listastovan