Suð, Silvitni og Fljóðljóð

Dagur
Hósdag 5. mars 2026 20:00
Staður
Mentanarhúsið Varpið
Keyp atgongumerki
Hóskvøldið 5. mars kl. 20:00 verður felagskonsert við trimum kvinnukórum í Varpinum: Suð, Silvitni og Fljóðljóð. Kórini syngja fyrst eina stutta sangskrá hvør sær á umleið 10 min., og eftir steðgin, har høvið verður at keypa kaffi og dessert, syngja kórini eina fjølbroytta sangskrá saman.Suð er kór úr Klaksvík. Kórið syngur eitt bland av klassiskum og meir modernaðum tónleiki. Kórleiðari er Steinvør Fonn.Silvitni er samansett við sangarum ymsastaðni frá. Tær leggja seg eftir at syngja tónleik ymsastaðni frá í heiminum. Silvitni hevur luttikið og vunnið fleiri kórkappingar her heima og uttanlands. Kórleiðari er Cinthia González Parada.Fljóðljóð hevur við nýggjum kórleiðara lagt seg á ein meir rútmiskan bógv enn áður. Tær fara bæði at syngja føroyskar kendar sangir og okkurt útlendskt spennandi.
Kórleiðari er Ásbjørn Berthelsen.Til konsertina í Varpinum, verður eisini eitt gesta-kór. Tað er barnakórið hjá Opera.fo, Operetturnar, sum fara at byrja konsertina við at framføra tvey løg. Eisini fara tær at syngja okkurt í felag við teimum trimum kórunum.

Deil tiltakið

Suð, Silvitni og Fljóðljóð

Fyriskipari

VARPIÐ
Klaksvíksvegur 2
700 Klaksvík
Telefon +298 220 780
varpid@varpid.fo
www.varpid.fo