Skeivur
Hvussu kennist tað at vera skeivur? At vera øðrvísi og ikki tað, ið fólk vænta? Aldrin at passa inn? At missa fótafestið í náttarlívinum, í kenslunum, í einum sjálvum – og kanska at finna seg sjálvan mitt í ruðuleikanum og óvissuni? Við leikinum Skeivur fær áskoðarin ein ógloymandi býtúr í Luux, og sleppur at uppliva dukandi náttarlívið og kaga beint inn í føroyska ungdómslívið anno 2026 - uttan filtur.
Skeivur er ein modernað svørt komedia um ung í náttarlívinum, fjaldar kenslur, rúsan, kynslív, intensar upplivingar og um Mark, ið roynir at stýra síni vreiði. Leikurin er bæði ræðandi og rørandi, speiskur og rakar beint inn í tað, ið nógv ung stríðast við: spenning, ótryggleika og krøv frá einum heimi, har alt kann broytast upp á eina nátt.Eina nátt hittast nøkur ung fólk á einum dansistað, har tey møta einum manni, ið vil teimum okkurt – ella kanska bara einum teirra. Sum náttin gongur, fer alt á glið og í ruðuleikanum koma kenslur, loynidómar og ógvusligar hendingar fram í ljósið.
Skeivur er partur av eini nýggjari verkætlan hjá Tjóðpalli Føroya, har evnaríkir ungir leikarar sleppa á pall saman við royndum og útbúnum leikarum. Leikurin er úrslit av eini serligari skapandi tilgongd, kallað devising, har leikararnir sjálvir eru við til at mynda søguna. Tað merkir, at evnini, støðurnar og kenslurnar í leikinum spretta beinleiðis úr lívinum, upplivingunum og veruleikanum hjá teimum ungu sjálvum.
Leikstjóri:
Even Torgan
Handrit:
Even Torgan - saman við leikarunum
Leikarar:Harald Egholm
Hjálmar Dam
Kelvin Origen Mathayo
Lív Bruun Muller
Marius Dam Christophersen
Óluva Heidiardóttir Tvørfoss

Aðrar dagfestingar:
Leygardag 21. februar 2026 18:00
Staður Luux
Sunnudag 22. februar 2026 18:00
Staður Luux
Týsdag 24. februar 2026 19:00
Staður Luux
Mikudag 25. februar 2026 19:00
Staður Luux
Hósdag 26. februar 2026 19:00
Staður Luux
Fríggjadag 27. februar 2026 19:00
Staður Luux
Leygardag 28. februar 2026 18:00
Staður Luux
Sunnudag 1. mars 2026 18:00
Staður Luux
Týsdag 3. mars 2026 19:00
Staður Luux
Mikudag 4. mars 2026 19:00
Staður Luux
Hósdag 5. mars 2026 19:00
Staður Luux
Fríggjadag 6. mars 2026 19:00
Staður Luux
Leygardag 7. mars 2026 18:00
Staður Luux
Sunnudag 8. mars 2026 18:00
Staður Luux

Fyriskipari
Tjóðpallur Føroya
Tórsgøta 9
FO-100
Tórshavn
+298 318617
info@tjodpallur.fo
http://www.tjodpallur.fo