Várkonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri

Dagur
Sunnudag 15. mars 2026 16:00
Staður
Mentanarhúsið Varpið
Keyp atgongumerki
Føroyskur solistur og komponistur á várkonsertini hjá Føroya SymfoniorkestriEftir eina nýggjárskonsert, ið var á tremur við føroyskum solistum, heldur symfoniorkestrið fram við at samstarva við føroyskar solistar. Á várkonsertini spælir klaverúrmælingurin Aksel Remmel klaverkonsert nr. 2 eftir Sergej Rachmaninov og síðani verk eftir tónaskaldið Eli Tausen á Lava. Eli Tausen á Lava er virkin sum tónaskald, klaverspælari og elektroniskur tónleikari. Við masterútbúgving í tónasmíði frá New York University hevur Eli seinastu árini samstarvað við BBC Scottish Symphony Orchestra, Helsingborgs Symfoniorkestur, The Rhythm Method, Aldubáruni og nú eisini Føroya Symfoniorkestri.Orkesturverkið let me cry gjørdist eitt satt gjøgnumbrot fyri Eli. Verkið varð frumframført í 2024 á Nordic Music Days í Skotlandi. Hetta vakti stóran ans, og fleiri evropeisk orkestur hava síðani sett verkið á skrá.Aksel Remmel er klaverleikari og hevur lokið masterútbúgving á Kongaliga Konservatoriinum í Keypmannahavn í 2025 hjá Jens Elvekjær, professara.
Aksel vann í 2021 tónleikakappingina Stella Polaris fyri ungar klassiskar tónleikarar, og
hann hevur áður framført saman við Føroya Symfoniorkestri.
Á várkonsertini spælir Aksel Remmel á fyrsta sinni eina heila klaverkonsert við symfoniorkestri.Rachmaninov skrivaði klaverkonsert nr. 2 í árunum 1900 og 1901. Eftir eina katastrofala frumframførslu, har Rachmaninov sjálvur spældi klaver, gjørdist klaverkonsertin eftirfylgjandi eitt av mest spældu verkum hansara.Tjajkovskij 4. symfoni
4. symfoni eftir Tjajkovskij varð skrivað millum 1877-1878. Verkið snýr seg um fatum, sum merkir lagna á latínskum, og tí eisini kent sum lagnusymfoniin.
Verkið varð skrivað, meðan Tjajkovski fór gjøgnum djúpa persónliga kreppu, sum hoyrist aftur í hugtunga og dramatiska tónleikinum.
Hóast symfoniin fyrst varð móttikin við blandaðum reaktiónum, so er verkið í dag mett at vera millum týdningarmiklastu verkum eftir tónaskaldið og verður framført kring allan heimin.Catherine Larsen-Maguire
Catherine er fødd í Manchester og hevur seinastu 30 árini verið búsitandi í Berlin. Hon las tónleik á Cambridge University, í Hannover og á Karajan Akademinum í Berlin.Eftir tíggju ár sum solofagottistur í Komische Oper Berlin tók Catherine í 2012 avgerð um at fara eftir dirigentdreyminum. Síðani hevur hon staðið á pallinum við framúr góðum orkestrum, eitt nú London Philharmonic, BBC National Orchestra of Wales, Berliner Radiosymfoniorkestri, Orchestre du Capitole de Toulouse og Hong Kong Sinfonietta.Við brennandi áhuga fyri unga ættarliðnum av tónleikarum hevur hon undirvíst og stjórnað ungdómsorkestrum kring heimin og verið gestaprofessari á Universität der Künste í Berlin.Føroya Symfoniorkestur hevur gjørt 4-ára samstarvsavtalu við Catherine.
Dirigentur: Catherine Larsen-Maguire (UK)
Solistur: Aksel Remmel (FO) 
Nær: Leygardagin, 15. mars kl. 16.00
Stað: Varpið
Kostnaður: 365 kr., lesandi 250 kr.

Deil tiltakið

Várkonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri

Fyriskipari

VARPIÐ
Klaksvíksvegur 2
700 Klaksvík
Telefon +298 220 780
varpid@varpid.fo
www.varpid.fo