Dansur fyri øll í vetrarferiuni
Dansur fyri øll í Løkshøll- hósdagin í vetrarferiuni
Hevði tú ynskt at dugað at dansa enskan dans, ella lært teg brúðarvalsin? Ella kundi tú hugsað tær at roynt Silent Disco, jive ella ein dans úr Ghana? Alt hetta og meira afturat kanst tú royna í Løkshøll hósdagin 12. februar frá kl. 11.00 til 18.00, tá ið vit hava stórt dansigólv, góðan tónleik og dugnaligar undirvísarar at leggja lag á. Tak vinfólk ella ein gubba ella ommu við tær, øll kunnu verða við uttan mun til aldur og dansiførleikar. Vit enda dansitiltakið við góðum føroyskum dansi. Kostnaðurin er 50 kr (+8 kr avgjald) fyri allan dagin. Ogna tær atgongumerki á loksholl.fo ella við dyrnar, tá ið tú kemur. Til ber eisini at keypa okkurt smávegis at drekka og eta í kantinuni meðan tiltakið koyrir. Skráin er hendan:11.00-13.00 Silent Disco13.00-14.00 Linedans14.00-15.00 Dansir úr Ghana15.00-16.00 Modern jive 16.00-17.00 Enskan dans 17.00-18.00 Føroyskan dans Dansur er gott fyri likam og sál og samveru, kom avstað!

Fyriskipari
Løkshøll
Rókavegur 1
620
Runavík
237080
loksholl@runavik.fo
www.loksholl.fo