UPPHAV - einrøðuleikur

Dagur
Leygardag 11. apríl 2026 19:00
Keyp atgongumerki
UPPHAV er ein frásøgn um sorgarleikin, sum rakti Hest 1. apríl 1919, tá ið tveir bátar úr Hesti gingu burtur. Ellivu menn úr Hesti sjólótust henda dagin. Tað var meginparturin av arbeiðsføru monnunum í bygdini
“Fyrsta apríl 1919 fóru tríggir bátar á havið, tvey seksmannafør og eitt fýramannafar við fýra monnum. … Tá ið tað var blivið hálvmyrkt, og eingin bátur var komin, var eingin ivi um, at ein vanlukka var hend…”  Brot úr Hest søgu eftir Jóan Chr. Poulsen (1947)
UPPHAV, ið er ein einrøðuleikur, er um gerandislívið, korini og fortreytirnar hjá familjunum í Hesti eins væl og í øllum Føroyum hetta tíðarskeiði. Leikurin er serstakur, tí hann er ikki bert søgan um menninar, sum druknaðu, men eisini um kvinnurnar og børnini, sum sótu eftir í einum samfelag uttan hvørki almenna ella privata sociala trygging. 
Hugskot, stigtakan, sjónleikur og leikrit: Gunnvá ZachariasenLeikstjórn, leikrit og dramaturgi: Marita S. DalsgaardKompositión og ljóð: Anna Katrin Øssursdóttir EgilstrøðVisuelt design: Silje GrimstadFramleiðsla: TVAZZ í samstarvi við Leikhús SkiftBæði leikhúsini TVAZZ og SKIFT hava 20 ára hald í leikárinum 2025-26. Tískil er rundferðin kring alt landið við Upphavi eitt 20 ára hátíðarhald fyri leikbólkarnar báðar.
Brot úr viðmælum:"Upphav er besti leikur eg havi sæð, at lýsa hetta fyribrigdi, hvussu kvinnur síggja seg sjálvar og saman skapa egnar søgur, ið greitt koma út um senukantin." Birgir Kruse, Birkblog 05.10.2025"Tí er Upphav eitt tiltrongt listaverk, sum heilt vist eigur at verða sýnt kring Føroyar..." Kinna Poulsen, Listaportal 05.10.2025"Fyri eina tjóð, ið hevur livað av og við havinum í so nógv ár, er hetta kollektiva sorgarsøgan, ið vit hava brúk fyri. Takk fyri tit 4 megnarkvinnur, ið hava skapt hana." Niels Uni Dam, Facebook 05.10.2025

Deil tiltakið

UPPHAV - einrøðuleikur

Fyriskipari

Mentanarhúsið í Fuglafirði
Karvatoftir 5
FO-530 Fuglafjørður
+298 238070
mh@fuglafjordur.fo
www.mh.fo