Okkurt ræst á loftinum í Spinnarínum
Nýggjasta framførslan í eini røð av tærnakrympandi skemti hjá leikbólkinum Totalt langt úti!Síðani 2016 hevur konseptið verið framført á jólum, tá ið rúm hevur verið til tað í leikárinum. Sum nakað nýtt, verður nú framført á Torradøgum undir hóskiliga heitinum Okkurt ræst á loftinum í Spinnarínum. Skemtið verður ræst og svart, og er leikbólkurin ikki bangin fyri at vera bersøgin. Áskoðarin kann vænta sær skemt, sum ikki hevði sloppið framat í Norðoyastevnuteitinum – og tað er heilt tilvitað, tí hetta er ikki fyri børn og sartar sálir, men til tey, sum tora at flenna, eisini tá ið tað er pínligt og ein bestan hugin hevur at krympa tær. Tá er málið rokkið hjá leikbólkinum Totalt langt úti!Møguleiki er at fáa sær okkurt leskiligt at svala sær við, tí møguleiki er fyri at tú rodnar um kinn ella far sveittan fram, sum tú venur láturmusklarnar.
Tiltakið hevur 18 ára aldursmark.
Tiltakið hevur 18 ára aldursmark.
Aðrar dagfestingar:
Hósdag 19. februar 2026 20:30
Staður Klingrugarður 10.
Fríggjadag 20. februar 2026 19:00
Staður Klingrugarður 10.
Fríggjadag 20. februar 2026 20:30
Staður Klingrugarður 10.
Leygardag 21. februar 2026 19:00
Staður Klingrugarður 10.
Leygardag 21. februar 2026 20:30
Staður Klingrugarður 10.

Fyriskipari
Klaksvíkar Sjónleikarafelag
Kirkjubrekka 11
700
Klaksvík
klaksvikarsjonleikarafelag@gmail.com