Tunghoyrt í Töting

Dagur
Leygardag 21. februar 2026 20:30
Staður
Töting
Keyp atgongumerki
TUNGHOYRT – Helst mest spennandi navnið í Føroyum í løtuni.Teir hava longu tikið Sement og SPOT Festivalin við stormi, og á G! Festivalinum 2025, høvdu teir eina so mikið framúr góða framførslu, at G! hevur sett bólkin aftur á skránna í summar.Teir eru væl spælandi, eru fullir av sjálvsáliti, orku og hava ein villskap, sum smittar av uppá áhoyrarar.
Teir spæla harðan, dynamiskan og melodiskan tónleik, sum fær hárið at reisa seg.
Báðar ferðir teir stóðu á Sement pallinum, reisti fjøldin seg og klappaði. Og tað var ikki uttan orsøk, tí teir blástu takið av Reinsarínum við eini orku, sum vit ikki hava sæð fyrr í Føroyum.Sum nakað nýtt og serligt, ynskja Tunghoyrt, at konsertin í Tøting, verður ein sokallað "unplugged" konsert, ið helst skuldi skapt eina heilt serliga nærveru við áhoyraran.Ungu mennirnir á pallinum eru:
BJARNI JAKOBSEN - TRUMMUR
ERIK REYNHEIM - BASS
HELGE GREVE - GUITAR
JÓNI STRØM - VOKAL
Teir eru klárir til at levera eitt brak av eini konsert í Tøting leygarkvøldið.

Deil tiltakið

Tunghoyrt í Töting

Fyriskipari

Tónleikasamtakið Grót
við Júksnará 9
513 Syðrugøta
Telefon +298 550612
tsgrot@gmail.com