Spiónstjórin, Lars Findsen: Trygdarstøðan í Føroyum

Dato
Onsdag 18 februar 2026 19:00
Beliggenhed
Hotel Føroyar
Køb billetter
Spiónstjórin, Lars Findsen: Trygdarstøðan í FøroyumKom til ein spennandi fyrilestur hjá Lars Findsen, fyrrverandi stjóra fyri bæði PET og Forsvarets Efterretningstjeneste, tá hann fer at hava áhugaverdar hugleiðingar um, hvussu veruligu hóttanirnar síggja út móti Føroyum – og hvat merkja tær fyri okkum, sum part av ríkisfelagsskapinum.Tú fær eitt sjaldsamt og áhugavert innlit í trygdarstøðuna hjá Føroyum og Danmark. Í eini tíð við cyberálopum, fake news og vaksandi spenningi í Arktis, standa Føroyar og Grønland mitt í politiska storminum millum eystur og vestur.Hvussu ávirkar hetta frælsi, virðir og framtíð okkara?

Men fyrilesturin er ikki bert um geopolitikkFindsen, sum í 2022 útgav best-seller bókina ”Spionchefen”, fer somuleiðis at geva eitt serligt innlit í eina av størstu vesturlendsku fregnartænastuskandalunum. Findsen varð handtikin á flogvøllinum í Keypmannahavn í desember 2021, og málið hevur havt stórar politiskar avleiðingar.

Persónligar upplivingar og hugleiðingarFindsen fer at greiða frá sínum upplivingum frá tíðini í varðhaldi í Hillerød fongsli, har hann sat í 71 dagar í kliva 18. Um gerandisdagin handan rimarnar, sínar hugsanir um rættarskipanina og sambandið millum embætisfólk og politikarar.Somuleiðis um leiklutin hjá miðlunum og tær menniskjaligu avleiðingarnar av at standa mitt í ódnini.Við síni djúpu vitan um danskar og altjóða fregnartænastur, gevur Lars Findsen áhoyrarum eina sterka, erliga og tankavekjandi frásøgn um, hvussu hóttanir móti Danmark, Grønlandi og Føroyum verða handfarnar – og hvat vit kunnu gera fyri at standa tryggjari í einum ótryggum heimi.
























Del denne begivenhed

Spiónstjórin, Lars Findsen: Trygdarstøðan í Føroyum

Fyriskipari

Impuls
Bringsnagøta 21
FO-100 Tórshavn
Telefon +298 202320
impuls@impuls.fo