Kristina og Hallur í Vestmanna

Date
Thursday 11 December 2025 20:00
Location
Silkienni Vestmanna
Sold Out
Vit vilja fegin bjóða til eitt hugnaligt kvøld á Silkienni (Bryggjuni) saman við Kristinu Bærendsen og Hallur Joensen sum fara at framføra saman við Beddi og Paula. Tú kanst gleða teg til eitt kvøld við vøkrum sangum og duettum, har røddirnar hjá Halli og Kristinu smelta saman og fanga sálini í country tónleikinum. Vit fara at uppliva eitt kvøld, við alt frá frálíkum balladum og rørandi løgum - til tað festliga og lívliga. Við øðrum orðum, so verður hetta ein countrybuffét, krydda við onkrum jólasangum eisini. Tað er avmarkað nøgd av atgongumerkjum, so tað er at gera skjótt av, vit gleða okkum😊

Share this event

Kristina og Hallur í Vestmanna

Fyriskipari

Vestmanna Kommuna
Bakkavegur 8
350 Vestmanna
Telefon +298 770100
vestmanna@vestmanna.fo
www.vestmanna.fo