Plúmm

Date
Tuesday 23 June 2026 20:00
Location
Reinsaríið
Buy tickets
Plúmm hevur verið til síðani miðskeiðis í 80’unum. Bólkurin hevur virkað bæði sum sjálvstøðugur bólkur og spælt undir hjá øðrum innan fleiri sjangrur – rock, popp og jazz. Best kent er helst samstarvið við Terja Rasmussen “Terji & Føstufressar”. Annars hava limirnir í bólkinum spælt við einum ótali av artistum. Tá ið teir koma saman sum tónleikarar undir egnum fortreytum, er tað undir navninum Plúmm. Lagt verður upp til eina konsert við kaotiskum blandi av sjangrum við intensum, flúgvandi improvisatiónum. Tónleikararnir hjá Plúmm eru allir sjálvlærdir virtuosar, útbúnir, og virðislønarvinnarar. Leivur Thomsen - gittar
Magnus Johannessen - ljómborð
Arnold Ludvig - bass
Rógvi á Rógvu - trummur
James Olsen - slagverk/sang
James Goodwin - slagverk

EN
Plúmm has been around since the mid-1980s. The band has worked both as an independent band and played with others in several genres – rock, pop and jazz. The best known is probably the collaboration with Terji Rasmussen “Terji & Føstufressar”. Otherwise, the members of the band have played with countless artists. When they come together as musicians on their own terms, it is under the name Plúmm. A concert with a chaotic mix of genres with intense, flying improvisations will be proposed. Plúmm’s musicians are all self-taught virtuosos, educated, and award-winning.

Share this event

Plúmm

Fyriskipari

Tórsgøta
Tórsgøta 3
100 Tórshavn
Tlf. +298 286671
torsgota@torshavn.fo
https://torsgota.fo/